f s r
^

Lesarabræv: List, vísindi – ella ideologisk herferð?

So vita vit, hvat vit skulu nýta oyru og eygu til í summar! LGBT Føroyar hevur lýst við eini framsýning, sum skal vísa, at náttúran er ikki so ”hinskynd”, sum vit óupplýstu halda. Óivað fáa vit ríkiligan miðladekning av átakinum, har langt verður millum kritisku spurningarnar.

Ein kann ikki ummæla eina framsýning, áðrenn hon hevur verið. Men vit hava tó fingið boðskapin at vita frammanundan, so eitt sindur kunnu vit rokna út. List og vísindi verður tað nevnt. Javel, okkurt skal barnið eita. Innast inni vita vit tað flest øll: Hetta er ideologi meira enn nakað annað! At lata eitt ideologiskt rák í vísindalig klæðir er vælkent í søguni.

Á øllum frontum síggja vit hesa ideologisku herferðina, hvørs fremsta enda mál er at upploysa familju- og nú eisini kynsmynstrið, sum øll søgan hjá menniskjaættini hevur bygt á. Innrættan av familjum og pørum er nú líka nógv eitt frítt val, sum valið millum reyða og gula saft. Innasta kjarnueindin í samfelagnum, hjúnalagið millum ein mann og eina kvinnu, er nú bara eitt val av mongum, har øll eru líka nátúrlig. Nýggjasta skot á hesum sama ideologiska buli er, at munurin mill um kynini, burtursæð frá teimum reint kropsligu, er ikki longur viðføddur, men einans ein ”sosial konstruktión”. Nakað sum vit eins og forfedrar okkara hava lært – manipulerað – børnini til at taka nátúrligt.

Um hetta síðsta loyvi eg mær at pástanda, at øll ærlig foreldur vita betur. Sjálv andi avspeglar drongurin í stóran mun pápan og gentan mammuna. Er tað viðføtt ella lært? Jamen, tað er bæði tvey, tí tað er nettupp viðføtt, at barnið lærir sítt egna kyn at kenna av foreldrinum av sama kyni, uttan at siga at tað einki lærir av hinum kyninum. Og sjálvandi er sjálvt kynið viðføtt, ikki bara lívfrøðiliga. Øll sum vit eru, eru nettupp fødd sum annaðhvørt genta ella drongur.

Men ideologiin ger øll líka og tekur burtur allar munir. Tað samkynda er eins nátúrligt sum tað ”hinskynda”, kallkyn og kvennkyn eru ikki annað, enn vit gera tað til. Hvat eitt hjúnalag er og hvat eitt kyn er, er upp til tann einstaka at definera sjálv/ur. Hetta er ein ideologisk uppgerð við tað givna (skapta) – hjúnalagið og ymisk leikan millum kynini.

Eins og ”Kammerat Jesus” var ein ideologisk polit isk barnabók í 70’árun um, verða nú aftur fleiri bøkur framleiddar, eisini á føroyskum, sum skulu læra okkara børn, hvussu tað er politiskt rætt at hugsa (ella lata vera at hugsa).

”Kynsneutralt hjúnalag” er eitt av málunum. Eitt hug tak sum er ein sjálvmót søgn, tí eitt hjúnalag í sjálvum sær kann ongantíð vera annað enn ein maður og ein kvinna. Henda nýupp finning hevur onga rót í hvørki mentan, søgu, náttúru ella átrúnaði nakrastaðni í heiminum.

Gev gætur, at mótmælikoma eisini frá fleiri samkyndum. Tí samkynda umhvørvið hevur altíð stríðst fyri at gera upp við tað etableraða (lívslanga, monogama hjúnalagið), með an ”en stor del af bøsse kulturen (…) har handlet om at give plads til en mere fri eller mangfoldig kærlighed, som gerne indebærer flere og skift ende partnere, og som også gerne adskiller sig fra de fleste heteroseksuelles parforhold på andre måder.”(www.information.dk/281652) Hesum hættar ein av oddamonnunum í Danmark fyri kirkjuligum vígslum av samkyndum, samkyndi presturin Ivan Larsen, sær eisini at viðganga, nú slagið tykist vera vunnið: ”Der findes homoseksuelle, som lever i monogame forhold livet igennem, som også er det heteroseksuelle ideal. Men det er ikke vores tradition generelt. Vores tradition er, at vi kan leve i par, men i et åbent forhold uden at nogen behøver forarges over det.” (Kristeligt Dagblad, 21/3-2012) Harvið verður óbeinleiðis viðurkent, at tað als ikki gevur meining at (mis)nýta hjúnalagið til hetta endamál.

Men samkyndu felagsskapirnir hava eftir øllum at døma broytt taktikk í teirra knallhørðu ideo logiskuherferð. So gerst ikki við, hvørji offur liggja við vegjaðaran fram móti málinum.

Gev gætur: Verður málið um ”kynsneutralt hjúnalag” rokkið, sum tað er í Noregi og eftir øllum at døma skjótt verður í Danmark, eru øll vit onnur hjún knappliga eisini umbroytt. Tí sjálv definitiónin av hjúnalagnum, sum gongur aftur til okkara fyrstu foreldur, og sum allar mentanir hava sum grund byggistein, er við einum fingraknipsi broytt til nakað heilt nýtt og ókent. Alt tí ein ávís ur áhugabólkur í samfelagnum skal vinna henda sigurin og kunna siga við seg sjálvan: Okkara at burður er ok. Hvønn berjast tey í grundini við? Skal alt samfelagið takast gíðsli í hesum innara bardaga teirra?

Sjálvandi skulu øll menniskju hava somu rættar verju, og eingin skal vera fyri vanvirðing. Tí øll eru skapað í Guds mynd og hava sama mannavirði. Men harvið eru allar løgnar og illa umhugsaðar uppfinningar ikki rættar og samfelagsgagnligar. Sakin er, at eingin veit, hvørjar lang tíðar avleiðingarnar av “kynsneutrala hjúnalagnum” verða. Hvat ger tað við okkara børn og ungu og seinni ættarlið? Broyta vit sjálvar grundbyggisteinarnar í menniskja samfelagnum, kann ein ikki uttan víðari spola filmin aftur. Og pilka vit við kynssamleikan hjá kom andi ættarliðum, kann tað fáa álvarsamar av leiðingar. Vit tosa um menniskju og samfeløg, ikki um legokubbar.

Sera mong eru skeptiskt fyri genmanipuleraðum matvørum. Og tað av røttum, tí vit grípa inn í náttúruna uttan at kenna langtíðar avleiðingarnar. Vit óttast eisini veður lagsbroytingar. Av røttum, tí vit hava framt eina heimsumfatandi ídnaðar- og húsarhaldskollvelting uttan at taka atlit til sárbæra og við kvæma umhvørvið. Vinningur framum burðardygd. Vit eru eisini bangin fyri lívsstílssjúkum. Av góðum grundum, tí vit hava lagt lívsstílin um yvir nøkur fá ættarlið. Tað behagiliga framum tað sunna. Nú heystar okkara ættarlið so tær illa smakkandi fruktirnar. Men júst sama ættarlið er í holt við at pilka við sjálvan kynssamleikan uttan nevniverdar moralskar trupulleikar? Hvat er ein drongur/maður í grundini? Hvat er ein genta/kvinna í grundini? Einki? Ella einans ávís mongd av likamslutum, sum brýtur eitt sindur frá hinum kyninum? Hvat er eitt hjúnalag í grundini, har kynsymiskleikin hevur verið ein grund byggisteinur frá fyrnd ini? Hvar enda vit?

Tað er syrgiligt: Okkara ættarlið í okkara parti av heiminum er søguliga sæð ríkasta og mest forkelaða ætt ar lið í heimssøguni. Kortini eru tað júst vit, sum vilja flyta sjálvar grund byggisteinarnar í tilveruni/náttúruni. Alt tí ein áhugabólkur vil kenna seg viðurkendan og tí hevur fingið skjótt vaksandi part av bæði fjølmiðlum og politikarum við sær. Hví eru vit so ótakksom fyri tað, sum er okkum givið frá skaparans hond?

Farið ikki skeiv: Herferðin er ideologi meira enn nakað annað, og úrslitið verður á mangar mátar ein fullkomiliga nýggj heimsmynd!

– Øssur Kjølbro, cand. theol., aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply