f s r
^

Aðalfundur, Rigmor Dam og 200

LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, hevur skjótt eitt ár á baki og í tí sambandi hevur rørslan aðalfund mikudagin 18. apríl kl. 19.30 í Perluni í Havn.

Síðani rørslan varð stovnað hevur verið skipað fyri tveimum stórum lýsingarátøkum, politiskum fundum, ymiskum veitslum og afturvendandi sosialum tiltøkum. Harumframt hevur rørslan varpað ljós á væntandi rættindini hjá hesum samfelagsbólki, sum dagliga verður sjónligari og sjónligari í Føroyum. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins. Harafturat verður Rigmor Dam, løgtingslimur, gestarøðari.

Næsta stóra tiltakið hjá rørsluni verður Faroe Pride skrúðgongan 27. juli 2012 í høvuðsstaðnum, og í hesum sambandi letur forvitnislig framsýning upp. Kunnað verður um hesi tiltøk á fundinum.

Eftir aðalfundin verður tiltakið “Out Night” í Sirkus, har LGBT-hugni er á skránni, umframt at tónleikabólkurin 200 kemur á vitjan at geva gestunum eitt “sneak peak” av nýggju fløguni Vendetta. Bæði tiltøkini eru almenn og ókeypis. Rørslan heitir á allar limir og føroyingar annars, ið ynskja eitt rúmligari Føroyar, at møta fjølment.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply