f s r
^

Norðurlendskir pengar til seksualupplýsing í Føroyum

Dimmalætting skrivar:

Norðurlendski Ment­anargrunnurin hevur játtað 100.000 krónur til eina framsýning í Føroyum við listar­lig­um og vísindaligum lýsingum av norður­lendskum djórum, sum hava homo- og biseksuella atferð. Endamálið er at upp­lýsa almenningin um, hvussu vítt hugtakið »normalur seksuali­tet­ur« í roynd og veru er.

Norðurlendski Mentanar­grunnurin hevur nú játtað meira enn sjey milliónir krón­ur til 69 mentanarverk­ætl­anir, sum samstarva tvørt­ur um norðurlendsku landa­mørkini. Ein verk­ætl­an er føroysk, og hon hevur fing­ið 100.000 krónur í stuðli.

Verkætlanin snýr seg um inklusión og margfeldni. Tað er felagsskapurin, LGBT Føroyar við Eileri Fagra­klett á odda, sum hev­ur fingið pengarnar til at skapa eina framsýning, sum bjóðar tí fatanini av, sum sigur, at fólk sjálv kunnu velja, um tey vilja vera annað enn hetero­seksu­ell.

Framsýningin er eitt bland millum list og vís­indi, og hon letur upp 27. juli, tá føroyska Pride Para­de eisini verður. Fram­sýn­ing­in verður um norður­lendsk djór, sum hava homo- og biseksuella at­ferð.

– Málið við verkætlanini er at upplýsa almenningin um teir ósonnu og alt ov ein­faldu allýsingarnar av »normalari« seksuellari at­ferð og sostatt vaksa um tol­semið og stuðulin til før­oy­ska LGBT-fólkið, stend­ur í tíðindaskrivi frá Ment­an­argrunninum.

Í alt hevur grunnurin játt­að 7.476.000 krónur í hes­um fyrsta játtanarum­far­i­num í ár.

Norðurlendski Mentan­ar­grunnurin játtar umleið 27 milliónir krónur árliga, sum skulu fremja og stuðla ment­anarligum samstarvi í Norð­urlondum. Í 2012 ber aftur til at søkja um stuðul 1. september og 1. oktober upp í 500.000 krónur.

Lesið meira á www.nord­iskkulturfond.org.

Dimmalætting © 2012

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply