f s r
^

Samkyndleiki er í øllum djóraríkinum

Sosialurin skrivar:

27. juli verður skrúðgongan Faroe Pride í Havn, og sama dag letur upp ein framsýning um margfeldi í djóraríkinum, millum menniskju og millum djór.

Veitst tú av, at fleiri tjøldur eru samkynd, á sama hátt sum seyður, hundar, kettur, likkur, eiturkoppar og onnur djór?
Tað er útgangsstøðið í framsýningini “Hvat er natúrligt?”, sum felagið LGBT, felag teirra samkyndum, tvíkyndu og transpersónum í Føroyum skipar fyri í summar.
Hetta er eitt føroyskt tiltak í útnorðurhøpi.
Altjóða gransking prógvar, at tað er líka vanligt millum djór sum millum menniskju, at nøkur eru samkynd.
Framsýningin fer at lýsa samkynd- og tvíkyndleikaí, listini í djóraheiminum í útnorði. Hetta er ein roynd at gera føroyingar varugar við, at samkyndleiki er ein natúrligur partur av djóraheiminum og í okkara egna heimi sum menniskju.
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur júst játtað LBGT 100.000 krónur til framsýningina og til skrúgonguna Faroe Parade, sum fer oman gjøgnum Havnina 27. juli.

Londini ymisk
Eiler Fagraklett, sum samskipar tiltøkini, heldur tað vera áhugavert, at tey trý londini í útnorði eru við, tí londini eru ymisk.
– Í sland er komið langt bæði við lógarverkinum og mentanarliga viðvíkjandi samkyndum, Grønland er komið langt við lógarverkinum, sum er danskt, men landið haltar í aðrar mátar aftaná. Føroyar liggja aftarliga við lógarverkinum, men við hugburðinum flyta vit okkum í fullari ferð frameftir, sigur Eiler Fagraklett.
Faroe Pride verður sum nevnt 27. Juli, og ætlanin er at hava eina litfagra skrúðgongu við tónleiki og øllum oman gjøgnum býin. Faroe Pride steðgar á Skálatrøð, har tónleikur og røður verða at hoyra.
Síðan letur framsýningin upp í Fabrikkini hjá Østrøm. Henda framsýningin verður ein fjølbroytt framsýning, og fyrilestrar verða eisini hildnir. Útlendsk list verður við, men ráð eru ikki at bjóða útlendskum listafólkum til haldið. Fleiri føroysk og listafólk úr Íslandi og Grønlandi luttaka.

Lív í á Skálatrøð
Onkur útlendsk listafólk koma við fyri egna rokning, og eitt nú hevur ein íslendskur samkyndistónleikabólkur boðað frá luttøku.
Fyrilestrarnir verða fleiri. Kinna Poulsen fer at greiða frá um samkyndleika í Føroyskari list og um samkynd listafólk. Turið Sigurðardóttir fer at halda ein fyrilestur um samkyndleika í føroyskum bókmentum.
Amerikanski antropologurin Dr. Schug fer at greiða frá gransking av samkyndleika í djóraríkinum. Hon hevur eisini veri í Føroyum og granska virðisgrundarlagið, og hvussu tað flytir seg. Hesum fer hon at greiða frá í fyrilestri sínum.
Framsýningin “hvat er naturúrligt?” Heldur fram til 31. august. Harvið fáa miðnámsnæmingar høvi at vitja framsýningina.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply