f s r
^

Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk eru “Ársins hinkynd 2011”

LGBT Føroyar hevur latið Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, sála, heiðursløn fyri teirra arbeiði at gera Føroyar til eitt betri og rúmligari samfelag

LGBT Føroyar, sum ar­beiðir fyri at bøta um rætt­indi hjá samkyndum, tví­kynd­um og transpersónum, hevur latið virðislønir til fólk, sum hava gjørt eitt stórt og munadygt arbeiði, LGBT-føroyingum at frama.

Á hátíðarhaldi herfyri vóru Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, heiðrað fyri arbeiði teirra við at fáa rætt­inda­para­graffina, 266b, samtykta í Før­oyum. Sambært rørslu­ni hevur 266b kollvelt før­oyska kjakmentan og hug­burðin í Føroyum mót­veg­is samkyndum.

Mismunargreinin

– Hóast grein 266b í sær sjálvum sær tykist ógvuliga lítil, – hon gevur ávísum út­sett­um bólkum ein rætt til ikki at verða niðrað -, so broyttust Føroyar, eftir at lógin varð samtykt. Gongdin mótvegis 266b var drúgv, men tað var eitt neyðugt stríð, segði Sonja J. Jógvansdóttir, nevnd­ar­lim­ur í LGBT Føroyar á há­tíðarhaldinum.

Mong ár gingu frá tí, at lóg­in varð løgd fyri tingið fyrstu ferð, til hon varð enda­lig samtykt í desember 2006.

Tá ið atkvøðast skuldi um 266b í 1987, ið var árið, tá lógin fyrstu ferð var í løgtinginum, var tað bert Karin Kjølbro, sum at­kvøddi fyri.

Hon hevur seinni sagt, at síðumaður hennara royndi at toga hana niður í stólin aftur, tá ið hon reisti seg í tinginum og atkvøddi fyri. Tá í tíðini var atkvøtt við, at tingfólk reistu seg upp og á tann hátt góvu sína meining og atkvøðu til kennar.

266b samtykt

19 ár runnu, áðrenn orðið “seksuel orientering” kom við í mismunargreinina, sum grein 266b eisini verður nevnd. Í 2005, eftir at ein ráð­stevna hevði verið um í Havn um samkynd, legði Finn­ur Helmsdal, sáli, einsa­mallur uppskot fyri løg­tingið um at dagføra §266b.

Uppskotið fall við 11 at­kvøð­um fyri og 19 ímóti.

Árið eftir var tað aftur lagt fyri tingið, hesaferð av Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk, sum bæði tá vóru tingfólk fyri Tjóð­veldi. Eftir eitt sera hart kjak í Føroyum, sum eisini rakk út í grannalond, undirskriftsinnsavningar fyri og ímóti og hópin av fund­um, rúgvuvís av miðla­umrøðu o.s.fr., so varð málið loksins samtykt í desember 2006 við 17 at­kvøðum fyri og 15 ímóti.

Føroyar broyttust

Kjakið um grein 266b – og sam­tyktin sjálv – broyttu hug­burðin í Føroyum. Tað sæst serliga við at sammeta harðliga kjakið framman­und­an samtyktini og orða­skiftið aftaná.

Sonja Jógvansdóttir frá LGBT segði í røðu á hátíðarhaldinum, at hóast greinin er lítil, so hevur hon havt ómetaliga stóran týdn­ing. Fyri fyrstu ferð er ein løglig viðurkenning av, at í Føroyum eru fleiri seksualitetir, og at øll hava nøkur rættindi.

Hvassi retorikkurin, sum valdaði í 2005 og 2006, er ikki at hóma á sama hátt í dag, og kjakið er grundleggjandi øðrvísi – serliga tí tað er vorðið meira upplýst, enn tað var framm­anundan.

Nevndin í LGBT Før­oyar, sum handaði virðis­løn­ina, segði m.a., at politikk­arar kunnu falla á valið ella verða tiknir frá okk­um í bestu árum, men kortini megna at seta góð­ar varðar eftir seg, sum broyta samfelagið rættan veg.

– Ein slíkan varða lagaðu Anita og Finnur, og vit takka teimum fyri teirra treysti, dirvi og víðskygni, segði nevndin í grund­geving síni fyri handanini av heiðurslønini.

Kjakið um 266b

Jórun Højgaard, einkjan eftir Finn Helmsdal, og Ann­ita á Fríðriksmørk tóku ímóti virðislønini.

Annita á Fríðriksmørk segði í síni takkartalu, at kjak­ið um 266b hevði verið ógvuliga útbreitt. Heili 600 lesarabrøv vóru í Dimmalætting um evnið í 2006, og 600 lesarabrøv vóru í Sosialinum um tað sama. Hóast kjakið kundi vera hart, so segði hon seg hava merkt nógv jaligt frá fólki úr øllum løgum í sam­felagnum.

Eisini legði hon dent á, at eftir, at lógin varð sam­tykt, so varð hon góðtikin.

– Tað er ongin í dag, sum av álvara tosar um at av­taka greinina, hóast hetta fyri fáum árum síðani setti kílar niður í tjóðina, segði hon.

Sí og hoyr handanina av virðislønini her

Sí og hoyr takkarrøðanun hjá Anitu á Fríðriksmørk her

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply