f s r
^

Bogi Davidsen fekk ársins Rólant virðisløn

Felagsskapurin, LGBT Føroyar, hevur gjørt av at lata yvirlæknanum, Boga Davidsen, virðislønina, Ársins Rólant. Hetta er nýggj heiðursløn, uppkallað eftir Rólant Samuelsen, sála, ið sjálvur var ein tann fyrsti føroyingurin, sum livdi opið sum samkyndur í Føroyum

Ársins Rólant verður latin til heiðurs um minnið eftir Rólant Sumelsen til móttakara, sum hevur givið eitt týdningarmikið og lív­langt íkast til stríðið fyri javnbjóðisrættindum millum hinkynd og sam­kynd í Føroyum. Sam­stundis skal við­komandi hava verið við til at kasta eitt positivt ljós á LGBT-føroyingar.

Hetta eru treytirnar, sum felagsskapurin, LGBT, hevur sett fyri nýggju virðislønina, sum nú er latin á fyrsta sinni.

– Rólant Samuelsen, sum leggur navn til virðislønina, var serstakur og setti sín egna dám á Havnina øll árini, hann búði og arbeiddi í býnum. Rólant Samuelsen var ein slóðbrótari, og eftirsum hann sjálvur gjørdi eitt stórt arbeiði, samkyndum føroyingum at frama, vil LGBT Føroyar fegið minna­st hann við at upp­kallað eina slíka virðisløn eftir honum, ljóðar grund­gevingin hjá felags­skapi­num.

Bogi Davidsen heiðraður

Eins og Rólant Samuelsen var yvirlæknin, Bogi David­sen, ein av fyrstu før­oyingunum, ið trein alment fram við sínum sam­kynda samleika. Í grund­gevingunum fyri at lata honum ein Rólant, sigur LGBT Føroyar m.a.:”í áttiti- og níti­árun­um stóð hann á odda fyri at bróta niður tabuið um samkynd og talaði fyri polit­isk­um javn­­rætt­indum í Føroyum. Sum yvirlækni í Dan­mark var hann eisini við at veita læknaligan og sosi­alan stuðul til før­oysk samkynd, ið fluttu niður vegna HIV-sjúkuna og lótu lív av eyð­kvæmi í Dan­mark. LGBT Føroyar takk­ar Boga fyri hans­ara lívlanga íkast til okkara felags­stríð fyri javn­rætti. Tað er okk­um ein heiður at fylgja í tínum fótasporum. Tú ert ein av okkara hetj­um.”

Drúgt arbeiði

– Eg sigi eisini stóra tøkk fyri tykkara við­ur­kenning av tí ar­beiði­num, eg havi fingist við í skjótt 40 ár. Eg hevði ikki roknað við, at tað skuldi ganga so long tíð, áðrenn broyting kom í, men tað er gleðiligt, at vit eru komin so langt, sum vit eru komin. Men enn væntar hjúna­bands­lóg­in fyri okkum og ætt­leið­­ing­arlógin, so als ongin munur verður gjørdur mill­um okk­um og tey hin­kyntu, ljóðaði takkar­heilsanin frá Boga David­sen, sum sjálvur ikki fekk luttikið á há­tíðar­haldi­num.

Bogi Davidsen helt, at hann onkursvegna mátti vera eitt sindur tolin, hóast hetta ikki vanliga er ein styrki hansara.

– Tað gleðir meg, at tit nevna mín gamla vinmann, Finn Helmsdal, sála, og eisini Annitu á Fríðriks­mørk, sum saman við øðr­um løgtingslimum ar­beiddu fyri, at vit kundu fáa møguleikan fyri at fáa eitt vanligt lív heima í Før­oyum eins og vit hava ymsa­staðni uttanlands, legði Bogi Davidsen dent á í heilsan síni til LGBT Føroyar.

– Tad er eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið, tit hava gjørt, gera og vónandi gera í framtíðini, segði hann.

Sí dokumentar um Boga Davidsen frá 1994 her

Sí Boga kjakst um LGBT rættindini í 1995 her

 

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply