f s r
^

Slóðarin Rólant Samuelsen

Fyrsti føroyingurin, sum alment stóð við sín samkyndleika, og sum livdi opið í Føroyum, var Rólant Samuelsen, sáli. Frá miðskeiðis í 60´unum og fram til 1989 setti Rólant Samuelsen sín serliga dám á høvuðsstaðin bæði sum hárskeri, sjónleikari og býarmynd sum heild

Søgan um Rólant Samu­el­sen er ein søga um ein mann, sum tordi at standa við, hvør hann var, sum tordi at bróta upp úr nýggj­um, og sum vildi liva lívið í Før­oyum, hóast hann var øðr­vísi.Hetta er søgan um ein flam­boyantan samkyndan mann, sum ikki lat seg kúga, hóast hann var ein­sam­allur.Søgan um Rólant er eis­ini ein tragisk søga um ein sam­kyndan mann, sum kendi seg noyddan at fara av landinum, tá ið hann sein­ast í 1980´unum gjørd­ist álvarsliga sjúkur av eyð­kvæmi.

Var einsamallur

Sjálvur visti Rólant frá barns­beini av, at hann var øðr­vísi.- Sum smádrongur spældi eg altíð við dukkur, ong­­antíð við bilar ella onn­ur ting, sum drongir van­liga spæla við, segði Rólant Samu­elsen í eini samrøðu við blaðið, Oyggjaskjeggja, í 1975. Sum fimtan ára gam­al flutti Rólant til Keyp­mannahavnar, har hann fór í læru sum fri­sør­næm­ingur.Har hitti hann nógv onn­ur samkynd fólk og slapp at menna sín sam­kynda samleika, áðrenn hann í 1967 flutti aftur til Før­oyar og lat upp “Salong Ról­ant”, sum beinanvegin fekk stóran kundaskara.Afturkomin til Føroyar av­gjørdi Rólant Samuelsen, at hann ætlaði at vera opin og erligur um, hvør hann var, hóast ongin alment livdi sum samkynd/ur í Før­oyum tá.- Men harraguð! Eg veit, at tað eru fleiri, sum eru bisexuell i Føroyum. Tað er bara eingin, sum tor­ir at vísa tað. Hetta veit eg, tí eg havi verið saman við fleiri av teimum. Eg eri eis­ini vanligt kirkjufólk og trúgv­andi. Hann, Harrin, hev­ur eisini skapt meg, segði Rólant Samuelsen í somu samrøðu í Oyggja­skeggja í 1975.

Hjálpti ráðaleysum monnum

Rólant Samuelsen var dugna­­ligur hárskeri, og tey, sum veruliga vildu fylgja við í nýggjasta trend­inum, komu inn á hansara salong, tí har var altíð fest­lig­ur íblástur at heinta. Hans­­ara klædnastílur var eis­­ini sermerktur, og tað var skjótt, at hann fekk eyk­­nevnið, “Damu Ról­ant”.Rólant var við í nógvum sjón­leikum hjá Havnar Sjón­leikarafelag, og eisini var hann við í onkrum film­um. Somuleiðis var hann frálíkur dansari og setti veruliga futt í nátt­ar­lív­ið í høvuðsstaðnum. Tá ið hann flutti aftur til Før­oy­ar í seinnu helvt av 1960´unum, var tað The Beat­les, sum átti tón­leika­pallin. Tað sigst, at tað var ongin í Føroyum, sum var so eminent/ur at dansa rock and roll og twist and shake sum júst Rólant. Rólant Samuelsen var sera væl skorin fyri tungu­band­­ið, og hetta hjálpti hon­­um mangan, tá hann kundi fáa niðrandi við­merk­­ingar frá fullum monn­­um, sum ikki dámdu hann ella kendu seg hóttar, tí hann var samkyndur. Mang­­an vóru aftursvarini so­­­mikið hvøss, at tann, ið hevði funnist at honum, óiv­að angraði tað.Alt eftir hvørjari støðu, hann var í, fullu aftursvarini til homofobisku við­merk­ing­ar­nar. Onkuntíð svaraði hann aftur, onkuntíð gjørdi hann gjøldur burtur úr við­merkingini, og onkuntíð royndi hann at skapa for­stáilsi fyri, hvør hann varn og at tað eisini var í lagi.

Ein ljóslogi

Rólant Samuelsen kendi seg stundum einsamallan, hó­ast hann segði seg ikki kenna seg vera fyri mis­muni í Føroyum. Trupult var eisini at finna eina maka, sum hann kundi liva sam­an við opið.Rólant hevur fortalt frá teim­um monnum, sum í nátt­armyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ong­a­­n at tosa við um teirra sam­kyndleika. Menn, sum dag­liga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl.Miðskeiðis í 1980´unum gjørd­ist hann góður við Benny, sum flutti til Før­oy­ar at liva saman við Ról­anti.Í 1989 savnaði Rólant fjarðarnar og sítt hjarta upp í kuffertið og rýmdi av landinum at doyggja. Hetta var, tá ið hann hevði fingið staðfest eyðkvæmi, og tvey ár seinni andaðist hann einans 50 ára gamal. Jarð­ar­ferð var ongin, og tað sigst, at hann ongantíð for­taldi vinfólkum um sjúk­una, ella at hann flutti av land­inum. Hann fór bara still­isliga avstað. Stutt áðr­enn Rólant Samuelsen and­aðist, vórðu hann og Benny skrásettir í parlagi.Rólant Samuelsen var í fleiri áratíggju einasti ljós­logi fyri samkyndar før­oy­ing­ar, og hóast hann kendi seg noyddan at fara av land­inum at doyggja, so liv­ir hansara minni fyri tey mongu fólkini, hann hjálpti og var ein fyrimynd fyri.

Dimmalætting © 2012

 

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply