f s r
^

57 valevni vilja dagføra hjúnabandslógina

Heili 57 valevni eru í dag fyri at dagføra hjúnabandslógina soleiðis, at allir borgarar eru javnsettir í mun til hjúnalagið. Hetta vísir kanning, sum LGBT Føroyar hevur gjørt undan løgtingsvalinum 2011.

Bjarni Lisberg, talsmaður fyri LGBT Føroyar sigur, “at rørslan er serstakliga væl nøgd við, at so nógv taka jaliga undir við hesum, fyri okkum, sjálvsagda borgarliga rætti.”

At dagføra hjúnabandslógina merkir, at hjúnalagið verður millum tvey fólk, og ikki sum nú millum mann og kvinnu. LGBT Føroyar leggur samstundis dent á, at talan er um tann partin sum snýr seg um borgarligar vígslur.

Kanningin vísir, at lutfalsliga stór undirtøka er millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, meðan valevni hjá hinum flokkunum í stóran mun hava borið seg undan at svara. Øll valevni hava fingið møguleika at svara kanningini hjá rørsluni.

Orsøkin til, at kanningin er gjørd, er fyri at gera tað lættari hjá veljaranum at leygardagin velja valevni, ið eisini eru fyri at geva øllum føroyingum jøvn rættindi.

Sí listan yvir øll tey 57 valevnini, ið taka undir við at dagførda hjúnabandslóg her.

LGBT Føroyar fegnast somuleiðis um ta góðu og jaligu móttøkuna, sum rørslan hevur fingið frá Føroya fólki síðani hon var stovnað 1. Juni í ár.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply