f s r
^

Dimmalætting spyr Jørgen Niclasen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis:

– Nei. Eg haldi, at hjúna bandið er millum ein mann og eina kvinnu. Hvørjum fólk annars velja at vera saman við, er upp til tey. Eg havi fulla virðing fyri, at fólk tekur avgerð í egnum lívi. Eisini at tey viðvíkjandi arvi hava møguleika at knýta seg at hvørjum øðrum. Skrásett parlag er fyri at tryggja hvønnannan. Tað kanst tú gera við eina arv ingum, men tá kostar tað. Eg havi einki ímóti at hyggja nærri at tí, men hjúnabandið eiga vit ikki at pilka við.

Man pípan fáa annað ljóð, um formaðurin verður skiftur út við eina forkvinnu eftir valið? Livst so spyrst…

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply