f s r
^

Dimmalætting spyr Aksel V. Johannesen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis:

– Persónliga meti eg, at tey løgfrøðiliga eiga at kunna skrá­seta seg í parlag, men eg fari ikki at leggja meg út í, hvat kirkjan ella samkomur gera.

LGBT Føroyar vil enn eina ferð gera vart við, at tá hjúnarbandslógin verður dagførd, og samkynd og hinskynd verða javnsett, ber til at áseta í hjúnarbandslógini, at kirkjur og samkomur sjálvar avgerða hvønn tey vilja gifta. Vit hesum verða tær ikki álagdar at gifta samkynd, men kunnu sjálvar avgerða tað.

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply