f s r
^

Dimmalætting spyr Kára P. Højgaard um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Sjálvsstýrisflokkinum, Kára P. Højgaard, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis:

– Greitt nei. Hjúnarbandið er millum kvinnu og mann, sum eru myndug og ikki ov nær í familju.

Kundi kanska verið áhugavert at fingið Kára at útgreinað, hvat hann metur vera “ov nær í familju”. Eitt nú kunnu syskinabørn og t.d. ein mammubeiggi og ein bróðurdóttir uttan trupulleikar gifta seg í dagsins Føroyum. Ikki tí at vit sum rørsla hava nakað ímóti tí, men “we´re just saying…!” 😉

Share

Twitter Facebook Del.icio.us Digg LinkedIn StumbleUpon

Reply