f s r
^

Løgtingsval 2011

10 jalig umboð í Løgtingið

Í dag hava Føroya fólk valt 10 umboð í løgtingið, sum alment undan valinum greitt søgdu seg stuðla at hjúnabandslógin verður fyri øll. Vónandi finna vit 7 onnur, sum eisini vilja einar rúmligar Føroyar, tá ið uppskot um at dagføra hjúnabandslógina verður lagt fram. LGBT Føroyar takkar jaligu valevnunum og ynskir nýggju løgtingslimunum hjartaliga tillukku!

Read more

Í dag er lagnu val í Føroyum

8 politikkarar við drúgvum royndum í Tinginum gevast við politikki, samstundis hevur føroyska samfelagið broytt seg munandi. Hetta fer vónandi at gera tað lættari hjá nýggjum og progressivum politiskum kreftum at koma framat í Løgtinginum. LGBT Føroyar heitur á allar føroyingar um at fara á val í dag og velja eitt valevni, ið m.a. tekur […]

Read more

57 valevni vilja dagføra hjúnabandslógina

Heili 57 valevni eru í dag fyri at dagføra hjúnabandslógina soleiðis, at allir borgarar eru javnsettir í mun til hjúnalagið. Hetta vísir kanning, sum LGBT Føroyar hevur gjørt undan løgtingsvalinum 2011. Bjarni Lisberg, talsmaður fyri LGBT Føroyar sigur, “at rørslan er serstakliga væl nøgd við, at so nógv taka jaliga undir við hesum, fyri okkum, […]

Read more

Dimmalætting spyr Jørgen Niclasen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis: – Nei. Eg haldi, at hjúna bandið er millum ein mann og eina kvinnu. Hvørjum fólk annars velja at vera saman […]

Read more

Dimmalætting spyr Aksel V. Johannesen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis: – Persónliga meti eg, at tey løgfrøðiliga eiga at kunna skrá­seta seg í parlag, men eg fari ikki at leggja […]

Read more

Dimmalætting spyr Høgna Hoydal um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis: – Eg svari fyri meg sjálvan: Taki undir við, at samkynd verða javnsett í borgarligu lóggávuni og við borgarligum rættindum – […]

Read more

Dimmalætting spyr Kaj Leo Holm Johannesen um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis: – Eg sigi ja til tann borgarliga partin, men mín barna trúgv forðar fyri, at eg haldi tað er […]

Read more

Dimmalætting spyr Kára P. Højgaard um dagførda hjúnarbandslóg

Dimmalætting spyr í dagsins blaðið formannin í Sjálvsstýrisflokkinum, Kára P. Højgaard, hvat hann heldur um, at felagsskapurin hjá teimum samkyndu vil hava sama rætt til hjúnaband sum onnur. Ja ella nei? Formaðurin svarar blaðnum  soleiðis: – Greitt nei. Hjúnarbandið er millum kvinnu og mann, sum eru myndug og ikki ov nær í familju. Kundi kanska […]

Read more

Hoyr brot frá valfundinum í Føroyahúsinum

Politiskur valfundur var í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 13. oktober 2011. Ólavur Eysturdal, sendifólk hjá LGBT Føroyar í Danmark, setti luttakarunum á valfundinum nakrar spurning um dagføring av hjúnarbandslógini og hvussu tey vilja arbeiða fyri at fáa samkyndar føroyingar heim aftur til Føroyar. Hoyr spurningar og svar her: Politiskur valfundur í Føroyahúsinum

Read more

Video: Politiskur valfundur um m.a. dagføring av hjúnarbandslógini

12. oktober 2011 var politiskur valfundur í Hvonn, sum LGBT Føroyar skipaði. Eitt av viðgjørdu evnunum var dagføring av hjúnarbandslógini. Sí videoklipp frá valfundinum her. Sí myndir frá valfundinum her.

Read more