f s r
^

Author Archives: admin

Røðan hjá Rigmor Dam til aðalfundin hjá LGBT Føroyar

Um frælsi at elska Skaldið William Heinesen sigur einastaðni, at “Nutiden… begyndte så småt at fortrænge den umådelig lange og sejglivede færøske middelalder”. Soleiðis var mín kensla eisini hin dagin í desember 2006, tá løgtingið við triðju viðgerð samtykti broytingarnar í revsilógini í grein 266b. Vit minnast tað øll. Málið tendraði, tá Rasmus Rasmussen varð […]

Read more

Dimmalætting skrivar: Gustav og vit

Tá Gustav Andersen Salinas úr sendingini, ‘For lækker til love’, ótarnaður og uttan at vekja ans kann koma til Føroyar, í frið og náðum spáka umborð á Smyril og uttan lívverjar kann standa í barrini á Tvøroyrar klubba eitt heilt kvøld. Tá hava Føroyar flutt seg meira, enn vit gera okkum far um í tí […]

Read more

Lesarabræv: List, vísindi – ella ideologisk herferð?

So vita vit, hvat vit skulu nýta oyru og eygu til í summar! LGBT Føroyar hevur lýst við eini framsýning, sum skal vísa, at náttúran er ikki so ”hinskynd”, sum vit óupplýstu halda. Óivað fáa vit ríkiligan miðladekning av átakinum, har langt verður millum kritisku spurningarnar. Ein kann ikki ummæla eina framsýning, áðrenn hon hevur […]

Read more

Aðalfundur, Rigmor Dam og 200

LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, hevur skjótt eitt ár á baki og í tí sambandi hevur rørslan aðalfund mikudagin 18. apríl kl. 19.30 í Perluni í Havn. Síðani rørslan varð stovnað hevur verið skipað fyri tveimum stórum lýsingarátøkum, politiskum fundum, ymiskum veitslum og afturvendandi sosialum tiltøkum. Harumframt hevur rørslan varpað ljós á […]

Read more

200 við til “Out Night” í Sirkus

Mikukvøldið 18. apríl kl. 19.30 verður ársaðalfundur hjá LGBT Føroyar í Perluni í Havn. Aftaná verður “Out Night” í Sirkus. Um 21-tíðina kemur tónleikabólkurin 200 á vitjan. Teir fara at loyva okkum at hoyra eitt “sneak peak” av teirra nýggju fløgu “Vendetta”…3 dagar, áðrenn fløgan alment kemur út! Komið tí við til aðalfund, “Out Night” […]

Read more

Norðurlendskir pengar til seksualupplýsing í Føroyum

Dimmalætting skrivar: Norðurlendski Ment­anargrunnurin hevur játtað 100.000 krónur til eina framsýning í Føroyum við listar­lig­um og vísindaligum lýsingum av norður­lendskum djórum, sum hava homo- og biseksuella atferð. Endamálið er at upp­lýsa almenningin um, hvussu vítt hugtakið »normalur seksuali­tet­ur« í roynd og veru er. Norðurlendski Mentanar­grunnurin hevur nú játtað meira enn sjey milliónir krón­ur til 69 […]

Read more

Samkyndleiki er í øllum djóraríkinum

Sosialurin skrivar: 27. juli verður skrúðgongan Faroe Pride í Havn, og sama dag letur upp ein framsýning um margfeldi í djóraríkinum, millum menniskju og millum djór. Veitst tú av, at fleiri tjøldur eru samkynd, á sama hátt sum seyður, hundar, kettur, likkur, eiturkoppar og onnur djór? Tað er útgangsstøðið í framsýningini “Hvat er natúrligt?”, sum […]

Read more

Out Night í Føroyahúsinum

Out Night í Føroyahúsinum í Keypmannahavn – Frásagnir, kjak og veitsla Føroyahúsið og LGBT Føroyar skipa í felag um eitt serligt Out Night í Føroyashúsinum á Vesterbrogade. Skrá: Kl. 18.00 Fiskasuppa Kl. 19.00 Ólavur Eysturdal bjóðar vælkomin Kl. 19.10 Mentamálaráðharrin Uffe Elbæk heldur røðu Kl. 19.20 Eiler Fagraklett sigur frá arbeiðinum hjá LGBT Føroyar Kl. […]

Read more

Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk eru “Ársins hinkynd 2011”

LGBT Føroyar hevur latið Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, sála, heiðursløn fyri teirra arbeiði at gera Føroyar til eitt betri og rúmligari samfelag LGBT Føroyar, sum ar­beiðir fyri at bøta um rætt­indi hjá samkyndum, tví­kynd­um og transpersónum, hevur latið virðislønir til fólk, sum hava gjørt eitt stórt og munadygt arbeiði, LGBT-føroyingum at frama. Á […]

Read more

Bogi Davidsen fekk ársins Rólant virðisløn

Felagsskapurin, LGBT Føroyar, hevur gjørt av at lata yvirlæknanum, Boga Davidsen, virðislønina, Ársins Rólant. Hetta er nýggj heiðursløn, uppkallað eftir Rólant Samuelsen, sála, ið sjálvur var ein tann fyrsti føroyingurin, sum livdi opið sum samkyndur í Føroyum Ársins Rólant verður latin til heiðurs um minnið eftir Rólant Sumelsen til móttakara, sum hevur givið eitt týdningarmikið […]

Read more