f s r
^

Author Archives: admin

Ólavsøkuveitsla fyri LGBT limir

26. juli 2011 skipaði LGBT Føroyar fyri Ólavsøkuveitslu fyri limum sínum. Veitslan var í Mettustovu og umleið hálvt hundrað fólk møttu upp til eitt stak væleydna og hugnaligt kvøld. Sí fleiri myndir frá veitsluni á okkara Facebook síðu her. LGBT Føroyar takkar Okkara og Kvinnufelagið í Havn fyri stuðulin.

Read more

Verjuleysur – Føroyskur dokumentarfilmur frá 1991

Føroyskur dokumentarfilmur um AIDS-rakta Hannus Guttesen, sum lat lív av sjúkuni á sumri í 1991. Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 13. oktober 1991. Dagmar Joensen-Næs gjørdi sendingina. Sí filmin her. © Kringvarp Føroyar eigur øll rættindi til henda film

Read more

Nýtt “gay” videolag frá Grandma´s Basement

Burtursæð frá, at eingin enn er “blívin” gay (vit eru fødd soleiðis), og at hinkyndir menn, ið eru tryggir við sín kynsleika, ikki fáa lyndi at spýggja, tá ið samkyndir menn ganga framvið, so meta vit í LGBT Føroyar, at dreingirnir í Grandma´s Basement framvegis eru nokkso fittir og LGBT-vinarligir. Meiningin er góð nokk! 🙂 […]

Read more

Tá sonurin ynskir sær sjeik

– Tá sonurin fortaldi mær, at hann var samkyndur, stúrdi eg fyri, hvussu lív hansara mundi fara at laga seg. Eg kendi jú lítið til samkynda umhvørvið í Føroyum og hugsaði mest um rokið, sum var um § 266b. Soleiðis sigur Evald Rasmussen, pápi 18 ára gamla Høgna. © Sosialurin Hann tosar opið og frá […]

Read more

Mike nr. 1 á Ekstra Bladet

Mike Viderø, limur í LGBT Føroyar, gav fyri stuttum út sangin “Hygg at mær”, sum nú liggur lagið ovast á download listanum hjá Ekstra Blaðdet. Mike, sum roynir seg fyri fyrstu ferð á tónleikamarknaðinum við “Hygg at mær”, hevur higartil klára seg stak væl. Hóast sangurin er á føroyskum, so eigur Mike altso fyrsta plássið […]

Read more

Eg var ikki sum hinir dreingirnir

Høgni Miné er 18 ára gamal og samkyndur. Longu tíðliga í teenageárunum visti hann, at hann var øðrvísi enn aðrir dreingir. Hóast hann hevur havt onkrar neiligar upplivingar, so heldur hann seg hava eitt gott lív sum samkyndur í Føroyum At vera samkyndur í Føroyum er ikki so ringt, sum nógv vilja vera við. Tað […]

Read more

Øll hyggja at Mike

Mike Viderø, sum fyri nøkrum árum síðani varð kosin ársins samkyndi av LGBT Danmark, er aktuellur við nýggjum tónleiki. Grundgevingin fyri, at Mike á sinni vann heiðurin var, at hann stóð fram sum samkyndur í Føroyum, tá harðast leikaði á. Á tann hátt var hann við til at skumpa undir holdningin til samkynd í Føroyum. […]

Read more

2.500 vitjandi fyrsta vikuskifti

Eftir eitt vikuskifti, hava 2.500 vitjandi verið og vitja okkara nýggju heimasíðu! Tað fjálar at síggja, at so nógv fólk vísa okkara heimasíðu og rørslu áhuga. Vit vóna, at tey vitjandi fáa nógv gott og upplýsandi burtur úr vitjanini.

Read more

Vælkomin handan føroyska ælabogan

Rørslan LGBT Føroyar er áhugafelagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum í Føroyum. Endamálið við rørsluni er at økja um trivnaðin hjá kynsligu minnilutunum í samfelagnum, umframt at betra um rættindini og arbeiða fram ímóti fullari javnstøðu í øllum viðurskiftum samfelagsins, m.a. við kunning og sum heild at gerast sjónligari.

Read more